Stóra málið hjá teimum umborð á Jarnbardi hevur verið, síðani tær fyrstu ferð bjóðaðu av í kappingini á Sundalagsstevnuni, at vinna ólavsøkuróðurin. Í Vágum vunnu tær so at siga frammanundan, at tær høvdu roknað við tí. Tað var hetta, sum vit eftir Vestanstevnuna kallaðu fyri hjáveiðan.
Á Ólavsøku vóru tær umborð á Jarnbardi aftur sannførandi. Tær fingu besta startin. Gongurólvur royndi at fylgja við, og tað var skjótt, at tað frá teimum báðum fremstu var ein bátslongd aftur til Páll Fanga og Smyril, sum eina løtu fylgdi við, og sum, tá ið málið var gott og væl hálvrógvið, varð avloystur á fjórða plássinum av Lómi.
Tá ið málið var hálvrógvið, var munurin frá Jarnbardi og aftur til Gongurólv, sum hevði otað seg framaftur, ein skutur, men á fyrsta teininum undir Molanum tóktist tað sum um, at fjarstøðan aftur longdist til at vera tað mesta av einari bátslongd. Gongurólvur royndi at leggja nógv í spurtin, og tær tóku seg eitt sindur inn aftur á Jarnbard, soleiðis at munurin á málinum ikki var meiri enn ein lítil hálv bátslongd. Men tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna.
? Vit høvdu ongan møguleika at vinna FM, tí vit luttóku ikki í fyrsta róðrinum, og vit skiftu fleiri ferðir fólk, áðrenn vit høvdu ta manningina, sum nú hevur vunnið tvær ferðir. Vit ætlaðu at vinna á Ólavsøku, og vit eru sera fegnar um, at tað eydnaðist, men tað var strevið, segði bátsformaðurin og ídni, sigurssæli og málleysi stýrimaðurin umborð á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen. Hon roknaði ikki við, at hennara manning fór at gera seg galdandi í FM kappingini næsta ár.
? Fleiri av gentunum búgva niðri, so tað er bara í summarfrítíðini hjá teimum, at vit venja og kappast.
Umborð á Gongurólvi vóru tær sjálvandi eitt sindur vónbrotnar av, at tað aftur hesa ferð ikki eydnaðist at vinna. Eingin kann taka FM heitið frá Gongurólvi, sum var sannførandi vinnari í fimm teimum fyrstu kappingunum í ár, men tær ásannaðu, at tað var eitt sindur snópisligt, at tað ikki eydnaðist at vinna ólavsøkuróðurin.
? Vit gjørdu tað, sum vit kundu, og vit høvdu vónað, at tað fór at vera nóg mikið. Vit royndu at taka tær aftur mitt í róðrinum og aftur í endaspurtinum, men vit mugu bara staðfesta, at tað eydnaðist ikki. Vit vistu frammanundan, at tær á Jarnbardi eru ógvuliga raskar, og vit ynskja teimum tillukku við sigrinum á Ólavsøku, søgdu tær umborð á Gongurólvi.
Jarnbardi verður ynskt tillukku við sigrinum á Ólavsøku, og teimum umborð á Gongurólvi verður enn eina ferð ynskt tillukku við FM heitinum. Um Gongurólvur næsta ár fer at verja FM heitið við somu manning er ikki greitt enn.