6-mannafarið Jarnbardur við kvinnumanning hevur í góðveðrinum á Miðvági í dag tryggjað sær enn eitt FM heitið. Tað varð gjørt við sætta sigrinum av seks møguligum.
Heldur ikki í dag var nakar ivi um, at tað var blái báturin hjá Knørrafelagnum, sum var tann fyrsti á mál, hóast fjarstøðan aftur til næsta bátin var styttri, enn hon hevur verið fyrr í summar.
Sølmundur hekk sera væl í fyrra partin av teininum. So tóku tær á Jarnbardi nøkur heilt dygg tøk, og tá varð leyst millum bátarnar. Í endaspurtinum svaraði Sølmundur aftur, men talan varð ongantíð um nakra hóttan ímóti Jarnbardi, sum harvið er fyrsti FM vinnarin í 2014.
Lómur av Argjum var eina stóra bátslongd aftanfyri Sølmund.
| 6 mannafør kvinnur | ||||
| 1 | Jarnbardur | 04:54.01 | ||
| 2 | Sølmundur | 04:56.12 | ||
| 3 | Lómur | 05:00.24 | ||
| 1 | Jarnbardur | 42 | ||
| 2 | Lómur | 33 | ||
| 3 | Sølmundur | 33 | ||
| 4 | Páll Fangi | 4 |










