Síðstu stevnurnar hevur Kollfirðingur av øllum alvi roynt at givið Jarnbardi kapping, og munurin millum bátarnar er eisini minkaður frá stevnu til stevnu.
Soleiðis var tó ikki á Varmakeldu leygardagin, tí kvinnurnar á Jarnbardi settu bæði Kollfirðing og Lóm rættiliga uppá pláss, og munurin niður til Kollfirðing á øðrum plássi var heili fýra bátslongdir.
Róðurskvinnan á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, var sum vera man glað um sigurin.
- Tað er altíð stuttligt at vinna, og sjálvt um tað bert eru tríggir bátar við í kappingini, so er tað nú einaferð so, at man er við fyri at vinna, og tí er hetta ótrúliga stuttligt.
Hon heldur tó, at kvinnurnar umborð á Kollfirðingi kunnu blíva enn betri komandi stevnuarnar.
- Kollfirðingur hevur havt ymisk óhapp í gjøgnum árið, men síðstu stevnurnar er tað blivið nógv betri hjá teimum. Vit kunnu kanska vænta harðari kapping frá teimum, men eingin ivi er tó um, at vit ætla okkum at vinna allar stevnurnar í ár, sigur hon at enda.