Jarnbardur heldur ikki tikin í Hósvík

Men Riddarin kom hesa ferð nærri vinnarabátinum, enn nakar hevur verið Jarnbardi fyrr í ár

6?MANNAFØR KVINNUR

Jarnbardur tykist stevna trygt fram ímóti FM heitinum. Í fjør fóru gullkrónurnar norður til Klaksvíkar. Jarnbardur vann tær í 2000 og í 1999, og alt bendir á, at kvinnurnar í róðrarfelagnum Knørri aftur í ár fara at vinna gull.
Í Hósvík vunnu tær fyri triðju ferð í ár ? av trimum møguligum sigrum. Jarnbardur varð beinanvegin fremstur, og fyri tað mesta snúði kappingin seg um, hvør skuldi vera næstfremstur.
Men á síðsta teininum vóru tær umborð á Riddaranum úr Miðvági sera drúgvar. Á málinum var munurin frá Jarnbardi og til Riddaran minni enn ein hálv bátslongd. Og munurin ímillum teir báðar fremstu bátarnar var væl minni, enn hann var frá Riddaranum og aftur til meistarabátin frá í fjør, Páll Fanga, sum var eina bátslongd aftanfyri Riddaran.
Spurningurin er so, um Riddarin fer at megna at gera nakað við Jarnbard í Vági ella kanska, tá næstsíðsta FM kappingin seinni í summar verður í Miðvági.
Men higartil hevur eingin megnað at gjørt nakað við Jarnbard. At vinnarabáturin hesa ferð fekk ein kvøkk á síðsta teininum fer ivaleyst at hava við sær, at tær næstu ferð fara at leggja uppaftur meiri fyri, og so skulu tær umborð á Riddaranum veruliga vísa, hvør dugur er í teimum.
Páll Fangi tykist ikki hava somu ferðina, sum hann hevði í fjør. Tað hevur verið tosað um, at Scilly ferðin hevur havt við sær, at tað so at siga er komið ólag í áralagið. Sammett við í fjør verður róð nógv meiri seigan róður. Hetta siga tær í Klaksvík seg vera greiðar yvir, og undir venjing stríðast tær fyri at koma á rætta lagið aftur. Men higartil hevur tað ikki hjálpt so mikið nógv, at tær hava vunnið seg inn á Jarnbard, og tvær tær seinastu ferðirnar hava tað verið tær umborð á Riddaranum, sum gott og væl hava vunnið annað plássið.
Hvussu tað fer at laga seg seinna helmingin av kappingarárinum fæst fyrsta ábendingin um komandi leygardag, men tað skal framvegis nógv til, áðrenn Jarnbardur verður koppaður av trúnuni, sum hann tykist hava sett seg so trygt í.