Jarnbardur gjørdi aftur hesa ferð bart

Fyrireikararnir av kappróðrinum á Jóansøku á Tvøroyri hava gjørt rimmar arbeiði at fyrireika seg. Líkindini eru góð, og hesir báðir lutirnar síggjast aftur í kappróðrinum á Trongisvágsfirði.

Tað tók millum lítla og onga tíð at fáa 6-mannaførini við kvinnum frá startmálinum, og tað er synd at siga, at talan var um spenning um úrslitið.

Jarnbardur legði seg beinanvegin framum hinar báðar bátarnar, og við tryggum og føstum tøkum, fór blái báturin støðugt frá hinum báðum. Á málinum var munurin aftur til Kollfirðing tríggjar bátslongdir.

Kollfirðingur var púra suverenur í kappingini um næstfremsta plássið. Smyril úr Vági var triði báturin, sum luttók í hesi kappingini.

Jarnbardur hevur fult stigatal, og tað er eingin ivi um, at tær fara at vinna FM. Tað er neyvan nakar ivi um, at tær fara at vinna FM við fullum stigatali, men sjálvandi skal tað kappast á fýra stevnum afturat, um tað ber til at tosa um kapping.

 

Jóansøka 2007 - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 05:26.10

2 Kollfirðingur 05:33.05

3 Smyril 05:52.06

 

Støðan í FM - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 21

2 Kollfirðingur 15

3 Smyril 7

4 Hvessingur 4

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Kollfirðingur

2 Jarnbardur

3 Smyril