Jarnbardur í gamla lagnum

6-mannafør kvinnur: Sølmundur megnaði einki ímóti Jarnbardi, sum er komin aftur í fullari styrki

Tvey tey seinastu árini hevur guli báturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Sølmundur, verið suverenur.

Jarnbardur við kvinnum er ein av bátunum, sum hevur vunnið mest yvirhøvur. Síðstu árini hevur hann ikki verið við í tí styrki, sum hann plagdi at vera.

At Jarnbardur nú er í gamla lagnum sást á norðoyastevnu í dag. Jarnbardur fekk besta startin, og tað var skjótt, at Jarnbardur var leysur av Sølmundi. Síðani longdist fjarstøðan, og tá ið bátarnir fóru um málið, var fjarstøðan tað mesta av tveimum bátslongdum.

Skúgvur úr Sandavági var væl aftari enn hinir bátarnir.

1 Jarnbardur       05.29.12

2 Sølmundur       05.33.41

3 Skúgvur            05.46.29