Jarnbardur fyri aðru ferð

Menninir í Knørrafelagnum endurtóku bragdið, sum kvinnurnar fyrr í dag megnaðu

Tað er góður dagur hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn í dag. Fyrr í dag vunnu kvinnurnar umborð á Jarnbardi sera sannførandi sigur, og nú hava menninir umborð á sama báti vunnið sína kapping.

Talan var um sera tæta kapping. Hvessingur, Gongurólvur, Jarnbardur og Sølmundur fingu besta startin, og tað vóru hesir fýra bátarnir, sum kappaðust um fremstu plássini.

Hvessingur var fremstur eina løtu, men tá ið málið var hálvrógvið, var Jarnbardur fremstur, og blái báturin megnaði at halda tørn heilt inn á málið. Talan var tó um spennandi endaspurt, tí bæði Hvessingur og Sølmundur vóru rættiliga drúgvir, og á málinum var ikki meiri enn ein hálv bátslongd frá nummar eitt og til og við nummar trý.

1

Jarnbardur

05:14.03

 

 

2

Hvessingur

05:15.18

 

 

3

Sølmundur

05:15.24

 

 

4

Gongurólvur

05:18.20

 

 

5

Tvørabáturin

05:22.11

 

 

6

Smyril

05:23.10

 

 

7

Lómur

05:29.02