Mest vinnandi báturin yvirhøvur í kappróðrinum er Jarnbardur við kvinnumanning. Í dag vann Jarnbardur suverenan sigur á norðoyastevnu í Klaksvík, og avrikið í dag bendir á, at tað verður sera torført hjá øðrum at bjóða av í kappingini um fremsta plássið.
Firvaldur av Tvøroyri hevur í nógv ár verið millum stinnastu bátarnar bæði í kappingini millum gentur og kvinnur. Nú bjóða tær av Tvøroyri seg fram í nýggjum 6-mannafari, og tað kundi sæð út til, at Froðbingur í summar fer at seta dám á kappingina. Froðbingur fekk góðan start, og Froðbingur var næstfyrstur á mál.
1 Jarnbardur
2 Froðbingur
3 Sundabáturin
4 Sjóherji
5 Páll Fangi