Jarnbardur borð um borð við Argjabátin

6-mannafør kvinnur: Kvinnurnar hjá Róðrarfelagnum Knørri eiga nú – saman við Argjabátinum – metið í FM

Heldur ikki í dag var nakar ivi. Kvinnurnar á Jarnbardi vóru ikki fremstar í startspurtinum, men tað var skjótt, at blái báturin sást undan Sølmundi, og tá ið bátarnir fóru um málið, var frástøðan aftur til Sølmund meiri enn ein bátslongd.

Tann báturin, sum tilsaman hevur vunnið flest FM heiti av øllum, var undan ólavsøku 8 – mannafarið Argjabáturin. Hann hevur vunnið FM 15 ferðir. 6 – mannafarið Jarnbardur við kvinnum vann í dag FM fyri 15. ferð og legði seg harvið upp á síðuna á argjamonnum, tá ið tað ræður um tal á FM heitum.

FM kappingin millum 8 – mannafør hevur verið síðani 1964, og FM kappingin millum 6 – mannafør við kvinnum hevur verið síðani 1983.

Argjabáturin hevur vunnið 15 av 57 FM heitum, og Jarnbardur við kvinnum hevur, tá ið ólavsøkuróðurin verður av, vunnið 15 av 38 FM heitum.

Felags fyri bæði Argjabátin og Jarnbard við kvinnum er, at fyrsta FM heitið varð vunnið í 1991. Argjabáturin hevur luttikið í FM síðani 1982, og 1991 var fyrsta árið, at Jarnbardur við kvinnum luttók.

 

1Jarnbardur04:59.02
2Sølmundur05:01.47
3Gongurólvur05:13.21
4Herningur05:15.49

FM

1Jarnbardur49
2Sølmundur42
3Herningur19
4Skúgvur19
5Gongurólvur5