Jarnbardur bjargaði Havnini

6-mannafør, kvinnur: Lómur megnaði hesu ferð at røkka næstfremsta plássinum

Kappingarárið hjá høvuðsstaðnum hevur verið soltið. Einasti báturin, sum hevur vunnið, er Jarnbardur við kvinnum. Aftur á ólavsøku vunnu kvinnurnar úr róðrarfelagnum, Knørri, og harvið staðfestu tær so ruddiliga, at tær hava verið so nógv mest sannførandi.

Henda manningin vann FM í 1999. Vit skilja á lagnum, at onkrar ætla sær av landinum í heyst, men tað man lítið vera at ivast í, at Jarnbardur eisini komandi ár fer at vera við í toppinum.

Gongurólvur fekk hampuligan start, men hann dragnaði skjótt. Páll Fangi og Lómur startaðu væl, meðan Hvessingur startaði vánaliga. Hesir tríggir bátarnir kappaðust um annað plássið.

Um fremsta plássið var eingin serliga kapping. Jarnbardur kom skjótt á fremsta plássið, og hóast Páll Fangi og Lómur royndu at bjóða av, so var munurin frá Jarnbardi og aftur til hinar ongantíð minni enn ein bátslongd.

Páll Fangi var leingi næstfremst, men á síðstu eitt hundrað metrunum var eingin luft eftir hjá klaksvíkskvinnunum. Argjakvinnurnar hava gjørt lítið um seg í ár, men á ólavsøku vóru tær sera drúgvar. Tær endau á 2. plássi, og harvið tvífaldaðu tær samlaða stigatalið til tígggju.