6?MANNAFØR KVINNUR
Manningin sum í fjør var so sera sannførandi umborð á Sílinum og vann allar róðrarnar er framvegis sigurssæl. Nú eru tær umborð á Gongurólvi, og tær hava vunnið allar tríggjar róðrarnar, sum higartil hava verið. Á Fjarðastevnuni kundi tað sæð út sum um, at Páll Fangi hevði ætlanir um at bjóða av, og at tað fór at gerast heilt spennandi á Kollafirði, um tað fór at ganga tann vegin, sum tað hevði gjørt síðani Norðoyastevnuna.
Men Gongurólvur var ikki áhugaður í kapping frá teimum úr Klaksvík. Tað var ongantíð soleiðis, at munurin millum fremstu bátarnar var so stúrur, at eingin hugsningur var um, at Gongurólvur kundi takast. Men Gongurólvur varð skjótt frammi í oddinum, og í endaspurtinum var eingin ivi. Gongurólvur fór fyrst undir endaspurtin, og á málinum var munurin aftur til teir næstu meiri enn ein bátslongd.
Páll Fangi fekk so mikið stóra kapping um næstfremsta plássið, at hann noyddist at dvína. Jarnbardur, sum var sannførandi FM vinnari í fjør, og sum eisini í 1999 og í 2000 vann FM, var ikki við í tveimum teimum fyrstu FM kappingunum. Hesa ferð vóru tær við, og avrikið og úrslitið kundu bent á, at tað verður meiri at færtta frá Jarnbardi í næstu kappingunum. Jarnbardur megnaði við hálvum skuti at vinna á Páll Fanga í kappingini um næstfremsta plássið.
Fleiri av teimum, sum seinastu árini hava verið við Jarnbardi, eru burturi í lestrarørindum, men nú er summarfrítíð, og so ber til at manna bátin.
? Vit gjørdu næstsíðsta sunnukvøld av, at vit skuldu luttaka í Kollafirði. Vit meldaðu til týskvøldið, tá ið tað var síðsta freist. Vit hava bara verið tríggjar ferðir í bátinum og vant. Tí eru vit væl nøgdar við úrslitið, siga tær umborð á Jarnbardi.
Í startspurtinum sást, at tær umborð á Jarnbardi framvegis duga at rógva og vita, hvat kappingin snýr seg um. Tær løgdu seg á odda, og tær vóru eina løtu eina bátslongd frammanfyri hinar bátarnar. Men so gingu kreftirnar undan, Gongurólvur og Páll Fangi tóku seg fram, og so misti Jarnbardur. Men hann misti bara fremsta plássið. Munurin frá Jarnbardi og aftur til Lóm á fjórða plássi var ikki so stórur. Tí kann roknast við, at kappingin fer at vera stór og tøtt næstu ferðirnar.
Enn er Gongurólvur upplagdur favorittur. Um hann skal fáa kapping um fremsta plássið í næstu kappingunum, so man litil ivi vera um, at kappingin fer at koam frá Jarnbardi, sum í hesi vikuni aftur hevur vant nakrar ferðirnar.