Jarnbardur aftur best

Kvinnurnar á Jarnbardi vunnu við fýra sekundum

Kvinnurnar á Jarnbardi eru enn best. Á Norðoyastevnu vunnu teir við heili 12 sekundun, tó var munurin á Sundalagsstevnuni tódnaður niður í trý sekund. Eitt sindur av spenningi var so um, hvussu tað fór at ganga á Skálafjørðinum, men aftur var Jarnbardur best og hesuferð vann hann við fýra sekundum.

Jarnbardur leggur seg tíðliga hálva bátslongd á odda, meðan hinir báðir vóru nokk so javnir. Tað gekk ikki long tíð áðrenn Jarnbardur fór bátslongdina framm um hinar. Lómur og Sølmundur lógu leingi ógvuliga javnir, men hálvaaðru bátslongd aftanfyri Jarnbard.

Jarnbardur gjørdist at enda tryggur vinnari, men Lómur fór at renna væl seinastu 200 m og endaði okkurt um tvær bátslongdir frammanfyri Sølmund.

 

1Jarnbardur05:29.19  
2Lómur05:33.05  
3Sølmundur05:39.10  

1