Jarnbardin tekur eingin

6-mannafør kvinnur: Knørrakvinnurnar eru eins sannførandi og eysturoyingarnir

Jarnbardur hevur vunnið FM heitið aftur, sum Hvessingur í fjør vann frá havnarkvinnunum. Tað hevur leingi verið greitt, at soleiðis fór tað at vera, og leygardagin varð tað staðfest við tíggju tumma seymi. Jarnbardur legði seg á odda beinanvegin, og so var róðurin friðarligur. Eftir at startsputurin var fingin frá hondini, og Riddarin, sum lá inni undir landinum, í eina lítla løtu hevði roynt at bjóða av, broyttist støðan einki. Jarnbardur var gott og væl leysur av hinum bátunum, og einasta kappingin var, um Snopprikkur ella Sølmundur skuldu eiga aftasta plássið.

Lómur hevur verið næstur á undanfarnu stevnunum, men hesa ferð endaðu tær á Argjum á einum greiðum fjórða plássi.

Skulu vit leita eftir spenningi, so er hann í kappingini um næstfremsta plássið. har Gongurólvur nú bara er eitt stig aftanfyri Lómin. Hjá teimum umborð á Jarnbardi snýr spenningurin seg um, um tær ella menninir umborð á Eysturoyingi fara at vinna útvarpssteypið. At nakar skal gera nakað við kvinnurnar umborð á Jarnbardi í ólavsøkuróðrinum ber ikki til at ímynda sær.