Jarðarferðin hjá Rólanti Vidtfeldt, sum verður í dag klokkan 13, verður úr høllini Inni í Dal.
Tey avvarðandi vænta, at nógvir bilar verða við skúlan og við ítróttarhøllina undir jarðarferðini.
Tí fer bussur hjá Finnleifi Fagradal at koyra gjøgnum Sands bygd og Inn í Dal í dag klokkan 12.15.
Koyrt verður síðan heim aftur í kirkjuna, tá kistan við Rólanti Vidtfeldt fer úr ítróttarhøllini.
Jarðarferðin verður eisini stroymd frá klokkan 13, og leinkja til stroymingina er:
https://m.youtube.com/live/STcf_sRxAUs?feature=share