Jarðskjálvtin órógvar B36 og sjónvarpið

Europa Cup: Stóra vanlukkan í Turkalandi í síðstu viku hevur havt við sær, at áhugin fyri at senda sjónvarp úr Føroyum er minkaður

Í hesi vikuni skulu KÍ og B36 spæla í Europa Cup. Báðir dystirnir verða hósdagin. Klaksvíkingar skuldu fara beinleiðis niður til Grazer í Suðureysturríki klokkan 21.30 í gjárkvøldið. Sjálvandi fer KÍ, sum ikki hevur loyvi at brúka Jan Allan Müller í hesum dystinum, at gera tað, teir megna fyri at røkka einum so heiðurligum úrsliti, sum tað ber til. Kortini er tað ikki at siga teir ringar fyri tað, um teir hugsa sum so, at hetta er nakað, sum skal fáast frá hondini, og so fara teir aftur at savna hugsanirnar um FM stríðið. Eysturríska liðið er frá fyrra dystinum á odda 6-0. Venjarin hjá teimum, Klaus Augenthaler, segði eftir fyrra dystin, at teir fóru at geva onkrum øðrum spælarum møguleikan, og so er at vóna, at teir eru ikki ov grammir!

Klaksvíkingar, sum hava nøkur ferðafólk við í fylginum ? millum teirra er Jógvan við Keldu, býráðsformaður, ið skal hitta býráðsformannin í Graz, fara hóskvøldið beinleiðis av stadion og aftur í flogfarið. Teir rokna við at vera í Føroyum tíðliga fríggjanáttina, og so fara teir at hvíla, áðrenn teir í vikuskiftinum skulu til Vágs at spæla.


Vanlagnan ávirkar

Í kvøld kemur turkiska mótstøðuliðið hjá B36, Ankaragücü, til Føroya. Tey vera 47 fólk í ferðalagnum, og millum teirra eru fleiri fjølmiðlafólk. Ætlanin var, at ferðalagið skuldi koma í Vágar sunnukvøldið, men í einum telefaksi var boðað frá, at ferðin var útsett til týskvøldið. Einki varð sagt um, hví teir høvdu valt at útseta ferðina.

Turkaland hava vit hoyrt nógv um í miðlunum hesa síðstu vikuna, tí teir vórðu tíðliga í síðstu viku raktir av einum jarðskjálvta, sum hevur kostað eins nógv mannalív, sum tað búgva í Føroyum. Jarskjálvtin hevur havt avleiðingar á øllum økjum, eisini í fótbóltinum. Eingin dystur varð spældur í turkisku landskappingini í vikuskiftinum.

Týska UFA umsitur sjónvarpsrættindini fyri B36. Tá teir undan fyrra dystinum kannaðu, hvussu áhugin var at senda í Turkalandi frá dystinum í Gundadali, tóktist áhugin vera lítil, men tá dysturin í Ankara var liðugur, var hetta broytt, tí nú fór seinni dysturin av hava stóran týdning, og harvið varð mett, at áhugin fyri at síggja hann í sjónvarpinum fór at verða stórur.

? Beinanvegin tá vit komu aftur úr Turkalandi vóru samráðingar um at sjónvarpa frá dystinum. Vit ásettu dystartíðina av vera klokkan 18.30, men eftir jarðskjálvtan hava vit einki frætt aftur, og nú veit eg ikki, hvussu tað verður við sjónvarpinum, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36.

Vit skilja á lagnum, at teir í Turkalandi brúka sjónvarpið nógv í samskiftinum aftaná jarðskjálvtan, og tað kann hugsast, at hetta er ein av orsøkunum til, at teir hesar síðstu dagarnar ikki hava verið so áhugaðir í at senda frá dystinum.