Ein jarskjálvti var í dag undir havbotninum úti fyri Papu-økinum í Indonesia. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var skjálvtin 6,4 á Richterstiganum, men einki er frætt um nakran skaða.
Myndugleikarnir hildu tað ikki vera neyðugt at ávara um flóðaldu.
Jarðskjálvtin, sum var um middagsleitið okkara tíð, hevði miðdepil 36 kilometrar undir havbotninum. Einar tíggju minuttir seinni kom aftur ein skjálvti, sum var 5,4 á Richterstiganum.










