Jarðskjálvti á Tonga

Ein rættiliga harður jarðskjálvti skakaði gjáranáttina oynna Tonga har suðuri ím Kyrrahavinum.

Skjálvtin var 7,1 á Richterstiganum, og tíðindastovurnar skriva, at hann vardi næstan tveir minuttir. Sagt verður, at húsini í høvuðsstaðnum Nukualufa skulvu, og at fleiri rútar brotnaðu av ristingunum. Einki er tó frætt um mansskaða.

Jarðfrøðingarnir siga, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var 33 kilometrar undir havbotninum einar 120 fjórðingar frá eysturstrondini á Tonga. Hóast hann var oman fyri sjey á Richterstiganum, varð ikki ávarð um møguliga flóðaldu.