Ein rættiliga harður jarðskjálvti var í dag undir havbotninum úti fyri kyrrahavsstrondini í Meksiko. Skjálvtin var 6,3 á Richterstiganum, men einki er frætt frá skaða.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin U.S Geological Survey sigur, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var 70 fjórðingar vestur úr Baja-hálvoynni, sum er vestari armur á Kalifornia Flógva.
Jarðskjálvtar eru rættiliga ofta í Meksiko. Herfyri settu myndugleikarnir í høvuðsstaðnum Meksiko Býi eina nýggja ávaringarskipan í verk. Hon virkar umvegis fartelefonina. Ætlanin er eisini at seta hátalarar upp um allan býin, so fólk eisini kunnu fáa ávaring tann vegin.