Jarðskjálvti í Taiwan og Russlandi

Ein harður jarðskjálvti var í nátt tætt við taiwanska stórbýin Kaohsiung (myndin). Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 5,9 á Richterstiganum, og at miðdepilin var 57 kilometrar eystan fyri Kaohsiung og einans fýra kilometrar niðri í jørðini. Jarðfrøðistovnurin í Hongkong sigur, at jarðskjálvtin var 6,0 á Richterstiganum, og taiwansku jarðfrøðingarnir siga, at hann var 6.1.

Enn er einki frætt um, at jarðskjálvtin hevur gjørt nakran skaða.

Ein harður jarðskjálvti var eisini í Russlandi í nátt. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 6,8 á Richterstiganum, og at hann var tætt við býin Kyzyl, sum er stutt frá markinum millum Russland og Mongolia. Tíðimndastovurnar hava ikki frætt um nakran skaða.