Jarðskjálvti á Sumatra

Ein jarðskjálvti, sum var 6,4 á Richterstiganum, var á vesturstrondini á indonesisku oynni Sumatra í morgun. Myndugleikarnir siga, at fólk runnu ræðslusligin út í tún, rivur komu í fleiri hús, og summastaðni fór streymurin.

Miðdepilin í jarðskjálvtanum var 22 kilometrar undir jørð einar 20 fjórðingar í útnyrðing úr teirri lítlu oynni Simeulue, sum er nærhendis Sumatra. Sambært fólki har vardi skjálvtin umleið ein minutt.

Indonesisku myndugleikarnir mettu tað ikki vera neyðugt at senda út flóðalduávaring, og tað er heldur ikki frætt um nakra flóðaldu av skjálvtanum.