Jarðskjálvti í Spania

Í minsta lagi 10 fólk eru deyð í einum jarðskjálvta í landssynningspartinum av Spania. Tað váttar skrivstovan hjá Jose Luis Rodriguez Zapatero, forsætisráðharra í kvøld. Samstundis er fráboðað, at stjórnin hevur sent hernaðarligar kreppudeildir til økið.

Sagt verður, at í býnum Lorca eru fleiri hús rapað.

Spanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 5,1 á Richterstiganum, og at hann merktist í býunum Mazarrón, Cartagena og Águilas umframt í Lorca.

Blaðið El Pais skrivar á sínari heimasíðu, at fleiri søguligir bygningar hava fingið skaða av skjálvtanum.