Jarðskjálvti í Reykjavík

Um áttatíðina í morgun var ein jarðskjálvti í Reykjavík. Veðurstofa Íslands sigur, at skjálvtin var 4,0 á Richterstiganum. Miðdepilin var við Kleifarvatn, har jarðfrøðistovnurin hyevur skrásett fleiri hundrað veikar skjálvtar síðani á midnátt í gjárkvøldið.

Íslendsku fjølmiðlarnir siga, at jarðskjálvtin í morgun kendist um at kalla alt høvuðsstaðarøkið.

Veðurstofa Íslands sigur, at ein røð av jarðskjálvtum hevur verið við Kleifarvatn síðani hóskvøldið. Teir harðastu vóru í morgun. Jarðfrøðingurin Gunnar B. Guðmundsson væntar fleiri skjálvtar afturat.