Ein jarðskjálvti rakti í gjárkvøldið vestara part av Grønlandi. Miðdepilin fyri skjálvtan, sum var máldur til 4,0 í styrki, var 30 kilometrar norðan fyri bygdina Nuugaatsiaq.
Jarðskjálvtin hevði við sær vatnflóð í Nuugaatsiaq og stórar aldur í Uummannaq og Illorsuit. Myndugleikarnir siga, at jarðskjálvtin er orsøk til vatnflóðina.
Sløk hundrað fólk búgva í Nuugaatsiaq, og tey vórðu í nátt flutt burtur úr býnum – í stóran mun til Uummannaq, har tað búgva umleið 1200 fólk.
Løgreglan boðar frá, at tað er vanda fyri onkrum minni eftirskjálvta, og fólk í økinum verða biðin um at halda seg burtur frá strandaøki komandi tímarnar.
Enn er ikki greitt, hvussu stóran skaða jarðskjálvtin og vatnflóðin hava gjørt.










