Ein jarðskjálvti, sum var 6,0 á Richterstiganum, var í nýsælendska býnum Christchurch tíðliga í morgun. Ein bygningur er rapaður, og seks fólk hava fingið skaða.
Tíðindastovurnar skriva, at jarðskjálvtin elvdi til fleiri skriðulop, og at fólk runnu ræðslusligin út á gøturnar. Í handlum og aðrastaðni fingu fólk boð um at fara út. Vatnflóð er í einum parti av býnum, og BBC sigur, at fleiri túsund fólk hava mist streymin.
Tann 22. februar var eisini jarðskjálvti í Christchurch. Hann var 6,1 á Richterstiganum og kravdi 181 mannalív. Síðani hevur miðbýurin verið avbyrgdur. Har eru bygningar, sum fóru so illa, at teir mugu takast niður.










