Ein minni jarðskjálvti var klokkan sjey í morgun í italska stórbýnum Milano. Jarðfrøðistovnurin sigur, at ristingar kundu mátast um alt Norðuritalia, men einki er frætt um, at skjálvtin gjørdi nakran skaða.
Jarðskjálvtin var 5,0 á Richterstiganum, og miðdepilin var einar 100 kilometrar í landssynning úr Milano.
Milano, sum hevur umleið 1,3 millión íbúgvar, er millum annað kendur sum listarbýur. Har er eitt nú tann heimskendi veggmálningurin Tann seinasta kvøldmáltíðin, sum Leonardo da Vinci málaði, og sum er í Santa Maria delle Grazie-kirkjuni.