Jarðskjálvti kravdi 60 mannalív

Jarðskjálvtin, sum var í Myanmar í gjár, kravdi í minsta lagi 60 mannalív, og umleið 90 fólk fingu skaða. Tað siga myndugleikarnir. Sambært einum talsmanni hjá stjórnini gjørdi jarðskjálvtin skaða í økjunum Tarlay og Mine Lin. Talsmaðurin sigur, at minst 130 hús rapaðu, og at vegirnir eru illa farnir.

Jarðskjálvtin var tætt við teilendska markið. Hann var 6,8 á Richterstiganum og so mikið harður, at ristingarnar vórðu skrásettar í Bangkok, sum er 800 kilometrar frá miðdeplinum í skjálvtanum.

Tveir aðrir jarðskjálvtar vóru í økinum um somu tíð, men tað er ikki líkt til, at teir gjørdu nakran skaða.