Jarðskjálvti í Kolombia

Minst 11 fólk doyðu í einum jarðskjálvta í Kolombia um vikuskiftið Jarðskjálvtin var tætt við høvuðsvegin millum høvuðsstaðin Bogota og Meta-landspartin. Sambært myndugleikunum eru 11 fólk funnin deyð.

Reyði Krossur sigur, at meiri enn 4.000 fólk hava fingið skaða, og at 54 hava fingið stóran skaða.

Tíðindastovurnar skriva, at á hvørjum ári koyra fleiri túsund fremmand ferðafólk eftir vegnum millum Bogota og Meta-landspartin. Nú er tað ikki koyrandi eftir vegnum.