Ein jarðskjálvti var í gjárkvøldið á leiðini við høvuðsstaðin í Kili, Santiago. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum USGS var skjálvtin 5,8 á Richter-stiganum. Miðdepilin í skjálvtanum var einar fimm kilometrar undir havbotninum einar 120 fjórðingar í útsynning úr býnum.
Tíðindastovurnar skriva, at fleiri bygningar sveiggjaðu aftur og fram av skjálvtanum, men myndugleikarnir hava ikki fingið nakrar upplýsingar um skaða.
Jarðskjálvtar eru rættiliga vanligir í Kili, og fleiri skjálvtar hava verið har í ár. Tann harðasti var í februar. Hann var 8,8 á Richter-stiganum og kostaði minst 500 fólkum lívið. Hetta var tann harðati jarðskjálvtin, sum nakrantíð er skrásettur í Kili.










