Ein harður jarðskjálvti í Haiti í gjárkvøldið kann hava kravt fleiri túsund mannalív. Myndugleikarnir siga, at fleiri gistingarhús, skrivstovubygningar og handilshús í høvuðsstaðnum Port-au-Prince eru rapað, og at fleiri túsund fólk kunnu liggja undir húsaleivdunum.
Jarðskjálvtin var 7,0 á Richterstiganum, og miðdepilin í skjálvtanum var einar 10 kilometrar undir jørð 15 kilometrar frá høvuðsstaðnum. Aftan á jarðskjálvtan vóru minst 13 eftirskjálvtar.
Ein talsmaður fyri hjálparfelagsskapin Food for the Poor sigur við Reuters, at Port au Prince liggur í myrkri, tí streymveitingin er farin, og í gøtunum sita túsundtals fólk, sum ongastaðni hava at fara.










