Um hálvgum tíggjutíðina fyrrapartin var ein jarðskjálvti, sum var 3,2 á Richterstiganum, í tí kenda íslendska fjallinum Katla. Á Veðurstovuni í Reykjavík verður sagt, at ein veikari skjálvti var beint frammanundan, men at eingir eftirskjálvtar hava verið.
Fleiri veikir jarðskjálvtar hava verið í Køtlu tann seinasta mánaðin, men skjálvtar, sum eru oman fyri 3,0 á Richterstiganum, eru ikki vanligir har á leiðini, sigur Veðurstovan við Morgunblaðið.










