Minst 91 fólk fingu skaða í einum hørðum jarðskjálvta í Japan í gjárkvøldið Japanska bjargingartænastan sigur, at minst 10.000 fólk hava mist streymin, og summastaðni er vatnveitingin eisini farin. Eisini verður sagt frá skriðulopum ymsastaðni í fjøllunum.
Av teimum, sum fingu skaða, hava 15 fingið stóran skaða, sigur bjargingartænastan.
Jarðfrøðistovnurin í Tokyo sigur, at skjálvtin var 6,8 á Richterstiganum, men at tað er ikki vandi fyri nakrari flóðaldu av skálvtanum.










