Trý fólk eru deyð, og í minsta lagi 40 eru løstað í einum jarðskjálvta í oyðimørkini Dasht-e Kavir í Iran. Iransku myndugleikarnir siga, at jarðskjálvtin var 5,9 á Richter-stiganum.
Myndugleikarnir siga, at skjálvtin rakti seks bygdir einar 300 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Teheran. Skjálvtin var so mikið harður, at fólkk í høvuðsstaðnum kendu eisini skjálvtan.
Jarðskjálvtar eru rættiliga vanligir í Iran. Tann ringasti, sum hevur verið í nýggjari tíð, var í oyðimarkarbýnum Bam fyri sjey árum síðani. Tá doyðu 31.000 fólk.