Ein ógvuliga harður jarðskjálvti var í nátt nærhendis Salomonoyggjunum í Kyrrahavinum.
Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var skjálvtin 8,0 á Richterstiganum. Ein so harður jarðskjálvti undir havbotninum kann elva til flóðaldu, og tí bleiv flóðalduávaring send út fyri eitt øki, sum millum annað umfataði Fiji, Papua Ný Guinea, Vanuatu, Nauru og Tuvalu.
Seinni bleiv ávaringin tikin aftur, tí tað vísti seg, at skjálvtin hevði bara elvt til eina lítla flóðaldu, skrivar Reuters.