Ein jarðskjálvti, sum var 4,7 áq Richter-stiganum, var við útnyrðingspartin av Jyllandi stutt eftir klokkan níggju í kvøld. Jarðfrøðistovnurin fyri Atlantshavið og Miðjarðarhavið sigur, at miðdepilin í skjálvtanum var 10 kilometrar undir Norðsjónum knappar 30 fjórðingar í útnyrðing úr Thyborøn.
Løgreglan í Mið- og Vesturjyllandi sigur, at hon hevur fingið nógvar fráboðanir frá fólki, sum varnaðust skjálvtan, ið vardi nøkur fá sekund.
Jarðfrøðingar siga, at tað er ógvuliga sjáldsamt, at jarðskjálvti er á hesum partinum av Danmark.










