Jarðskjálvti í Bulgaria

Ein jarðskjálvti, sum var 5,8 á Richterstiganum, var í Bulgaria í nátt, men sambært myndugleikunum er einki frætt um nakran stórvegis skaða.

Jarðskjálvtin, sum hevði miðdepil 24 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Sofia, vardi fleiri minuttir, og beint aftaná kom ein veikur eftirskjálvti. Fólk, sum búgva í háhúsum í Sofia, siga, at húsini skulvu og sveiggjaðu av jarðskjálvtanum.

Í august í 2009 var ein jarðskjálvti við markið millum Bulgaria og Rumenia. Hann var 5,0 á Richterstiganum og gjørdi bara smávegis skaða, skrivar Reuters.