Jarðskjálvti

Í Ný Sælandi eru tey von við jarðskjálvtar, og nú hava jarðfrøðistovnarnir aftur skrásett ein. Miðdepilin í skjálvtanum var góðar 450 fjórðingar í ein útsynning úr teirri syðru oynni, og skjálvtin bleiv máldur til 5,8 á Richterstiganum. Einki er frætt um skaða. Ný Sæland er millum avstralska landgrunnin og kyrrahavsplátuna, og har eru ofta jarðskjálvtar.