Jarðskjálvtar við Ísland

Ein røð av jarðskjálvtum var vestan fyri íslendsku oynna Grímsey um midnáttarleitið í gjárkvøldið. Tann harðasti var umleið 3,0 á Richterstiganum. Aftan á hann vóru fleiri veikari skjálvtar, men sum frá leið viknaðu teir burtur.

Um somu tíð var ein annar jarðskjálvti eystan fyri Kópaskerið, og eisini har komu nakrir veikir skjálvtar aftaná. Sambært íslendsku fjølmiðlunum eru báðar leiðirnar væl kendar sum jarðskjálvtaleiðir, og jarðfrøðingar geva sær tí ikki stórvegis far um teir.