Jarðskjálvtar á Sicilia

Etna goysir og hevur elvt til fleiri enn 800 jarðskjálvtar síðani jólaaftan.

Jarðskjálvti við virkna gosfjallið Etna á Sicilia hevur elvt til skaðar á fólk, vegir og bygningar.

 

 

Nakað yvir klokkan 3 mikumorgunin var ein ógvusligur jarðskjálvti við býin Catania. Skjálvtin var 1,2 kilometrar undir jørð, og varð máldur til 4,8 á richterskalanum.

 

 

Eftir hetta hava verið fleiri smærri skjálvtar, og serfrøðingar siga, at hetta stendst av, at Etna jólaaftan fór at goysa. Síðani mánadagin hava fleiri enn 800 skjálvtar verið á Sicilia.

 

 

Ferðsla á landi er at kalla øll steðgað, men flogferðslan heldur fram ótarnað.

 

 

Tvey fólk eru bjargað úr húsum, ið stóðu til at detta saman eftir jarðskjálvta. 10 fólk eru koyrd á sjúkrahús við smærri snuddum, og 18 hava sjálvi leitað upp sjúkrahús.

 

 

Fólk hava fingið smásnuddir, men bygningar í Catania hava fingið stóran skaða, og løgregla, sløkkilið og tyrlur hjá sjóverjuni kanna nú, hvussu umfatandi skaðarnir á bygningar eru.