Ein jarðskjálvti, sum var 6,2 á Richterstiganum, var í gjárkvøldið undir havbotninum nærhendis Kernadec-oyggjunum har suðuri í Kyrrahavinum.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at miðdepilin í skjálvtanum var 28 kilometrar undir havbotninum í einum øki, har jarðskjálvtar eru sera vanligir. Fimm minuttir aftan á jarðskjálvtan var ein eftirskjálvti á somu leið. Hann var 5,2 á Richterstiganum. Einmki er frætt um nakran skaða.
Kermadec-oyggjarnar, sum hoyra til Ný Sæland, eru einar 600 fjórðingar norðan fyri býin Auckland.










