Tá fingu 5 føroyingar, sum hava lisið ella lesa jarðfrøði í útlandinum høvi til at greiða frá og hitta møguligar komandi arbeiðsgevarar. Tey fimm fólkini greiddu frá sínum lesnaði og hvørjar sergreinar tey arbeiða við ella ætla sær at arbeiða við. Oljufólk lýddu á og fekst ein sera góður dialogur teirra millum. Frá Jarðfeingi, sum skipar fyri ráðstevnuni, frætta vit, at tað hevur týdning longu tíðliga at byggja brýr millum lesandi føroyingar, sum ætla sær at virka innan oljuvinnuna, og so teir mongu arbeiðsgevararnar, sum eru innan hesa vinnu.