Terje Hagevang, jarðfrøðingur og stjóri í norska oljufelagnum Sagex Petroleum, sigur seg ikki ivast í, at føroyingar fara at finna olju. ? Eg trúgvi framvegis líka nógv trúgv uppá, at føroyingar fara at finna olju og gass, sum eg hevði fyri 10-15 árum síðani. Føroyingar fara at finna olju og gass, spurningurin er bara, um tað verður í hesum brunninum ella í øðrum. Tí fegnist eg um, at føroyingar framvegis bora, tí tað er tað, sum skal til, fyri at at finna olju, segði hann við Rás2 á middegi í dag.
Terje Hagevang var millum fyrstu jarðfrøðingarnar, sum vitjaði í Føroyum fyrst í nítiárunum, tá áhugin fyri føroyskari oljuleiting av álvara byrjaði. Hann luttekur á oljuráðstevnuni, sum er í Stavanger hesa vikuna, har fleiri føroyingar eisini eru við.










