Jarðfrøðin er sera torskyld

Danska oljufelagið Dong var við í tí seinastu boringini við markið og hevur føroyska ævintýrið á Atlantsmótinum higartil kostað felagnum 100 mill. kr. Í farnu viku vitjaðu tveir av stjórunum hjá Dong í Føroyum, Hans Jørgen Rasmussen og Søren Gath Hansen

Oljuleiting


. -Vit vilja fegnir vísa flaggið, soleiðis at tað ikki sýnist sum tað bara er Amerada Hess, ið er við í arbeiðinum. Vit vilja fegnir, uttan mun til positiv ella negativ úrslit, gera greitt, at vit eygleiða økið við langsiktaðum áhuga sigur Søren Gath Hansen. Hann sigur, at hesin seinastu brunnurin vísir, at økið er sera kompliserað at arbeiða í, og at tað krevst nógv meira arbeiði, áðrenn nakað endaligt kann sigast. Tað fevnir bæði um Marjunbrunnin og henda seinasta. Men tað at kolvetni eru staðfest í báðum hesum brunnum er sera positivt og tað gevur grundarlag fyri víðari arbeiði. Søren Gath Hansen sigur, at tað sjálvandi hevði verið betri, um teir høvdu kunnað testað brunnin, men tað varð so ikki mett ráðiligt, nú ein ikki kann siga, um talan er um ein stóran samanhangandi struktur. Tað, sum Dong-stjórin sær sum negativt við tí seinasta brunninum, er, at tað kemur at leingja um tilgongdina. Meiri tíð skal brúkast til at skilja ta torskyldu jarðfrøðina.

West Navion er nú farið undir at bora Cambo-brunnum, sum liggur longur norðuri, í bretskum øki men ikki so langt frá markinum. Dong er við saman við Amerada Hess, ChevronTexaco og OMV. Úrslitið av hesi boringin hevur eisini áhuga fyri føroyaøkið. Dong hevur annars roynt at flyta seg út um danska partin av Norðsjónum og hevur í seinastuni gjørt íløgur í norskum øki eisini, umframt at vera við í Føroyum og í Grønlandi.