ÓLAVUR Í BEITI
Henrik Old setti Finnboga Arge tríggjar spurningar í fyrispurningi, og nú hevur Finnbogi Arge so svarað. Henrik Old spurdi, um tann kanning er gjørd av tunnilsgerð millum Hov og Øravík gjørd, sum Løgtingið játtaði pening til? Í øðrum lagi spurdi hann so, um ikki, nær kann væntast, at nakað úrslit fyriliggur? Og at enda vildi hann hava at vita, hvørja ætlan landsstýrismaðurin hevur um peningajáttan á komandi fíggjarlóg til tunnilsgerð millum Hov og Øravík?
Arbeiða við málinum
Í svarinum til teir báðar fyrru spurningarnar, sigur Finnbogi Arge, at landsverkfrøðingurin hevur arbeitt við málinum saman við Jarðfrøðissavninum síðani tíðliga í vár. Komið er so langt ávegis, at funnið er fram til linjuna, har frægastu umstøður eru at leggja tunnilin.
? Næsta stigið verður at gera neyvari jarðfrøðiligar kanningar, boriroyndir og skjóta seismikk. Hetta verður gjørt í hesum árinum. Landsstýrismaðurin væntar at fáa tilmæli um møguligan tunnil fyrst í komandi ári.
0,45 mió. kr.
Og til seinasta spurningin, sigur Finnbogi Arge, at á komandi fíggjarlóg hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at nýta 0,45 mió kr til framhald av kanningunum og møguliga projektering.
? Vísa kanningarnar, at ráðiligt er at fara undir hesa tunnilsgerð, vil landsstýrismaðurin mæla til, at arbeiðið uppá at gera tunnill millum Hov og Øravík byrjar so skjótt, sum íløgukarmurin á fíggjarlógini loyvir hesum, sigur Finnbogi Arge.