Heri Ziska, vísundamaður og deildarleiðari á Jarðfeingi, Derek Ritchie og Howard Johnson, báðir frá BGS, hava ritstjórnað bókina, sum 21 vísundafólk hava verið við til at skrivað. Bókin, sum Jarðfeingi gevur út, er skrivað á enskum og ber heitið: ?Geology of the Faroe-Shetland Basin and adjacent areas?.
Stóri áhugin fyri oljuleiting í Hetlandsrennuni og á føroyska landgrunninum seinastu 20 árini hevur ment vitanina um jarðfrøðina her um leiðir nógv. Henda vitan hevur tó higartil verið spjadd í óalmennum rapportum og vísundaligum ritum, og atgongdin til hana verið trupul.
- Tí hava vit saman við British Geological Survey (BGS) savnað hesa vitan í eina bók fyri á tann hátt at gera hana lættari atkomuliga fyri tey, sum hava áhuga í hesum økinum, sigur Jarðfeingi í tíðindaskrivi.
Tað eru Heri Ziska, vísundamaður og deildarleiðari á Jarðfeingi, Derek Ritchie og Howard Johnson, báðir frá BGS, sum hava ritstjórnað bókina. 21 vísundafólk hava verið við til at skriva greinarnar í nýggju bókini, harav fýra frá Jarðfeingi.
- Tilfar og dátur eru millum annað fingin til vega frá eitt nú Biofar, oljufeløgunum, seismikkfeløgum og myndugleikum. Seks av kapitlunum viðgera, hvussu øki sá út og broyttist í ymsum jarðfrøðiligum tíðarskeiðum. Harafturat eru kapitlar um skap í undirgrundini, jarðfrøðina á havbotninum, jarðvandar á landgrunninum og at enda oljuleitingar jarðfrøði, har eitt nú nógvir av oljufundunum í økinum verða viðgjørdir, sigur Jarðfeingi.
Bókin er partvís fíggjað av Jarðfeingi og BGS og partvís við stuðli frá oljufeløgunum: Total, BP, Chevron, Hess, Eni, ConocoPhillips og Talisman. Layout og prenting er gjørd av BGS.
Bókin er 317 síður við 165 myndum og kostar 250 krónur.