- Jarðfeingi hevur onga orsøk at halda, at SEV heldur upplýsingum aftur um, hvussu avskrivingarnar hjá felagnum hanga saman.
Tað sigur Ari Johanneson, ráðgevi á Jarðfeingi, í skrivi til Dimmalætting í kvøld.
Orsøkin er grein í dagsins útgávu, har SEV verður lagt undir at halda upplýsingum aftur um, hvussu avskrivingarnar - við blaðsins egnu orðum - "eru skrúvaðar saman".
Sambært greinini hevur blaðið biðið Jarðfeingi (Elveitingareftirlitið) um hesar upplýsingar, men áðrenn tað læt seg gera, var neyðugt hjá stovninum at fáa nakrar upplýsingar frá SEV.
- Av tí, at "haðani er einki komið", er niðurstøðan hjá Dimmalætting, at "SEV heldur upplýsingum aftur", skrivar heimasíðan hjá SEV í kvøld.
Men hesum vísir Jarðfeingi aftur í skrivi, sum sent er Dimmalætting í kvøld, og sum SEV hevur fingið avrit av.
Skrivið frá Jarðfeingi er soljóðandi:
Dimmalætting
Att.: Sveinur Tróndarson
Vísandi til grein í Dimmalætting í dag við yvirskriftini "Sev heldur upplýsingum aftur" og vísandi til telefonsamrøðu fyri løtu síðan, verður sagt frá, at Jarðfeingi hevur onga orsøk at halda, at SEV heldur upplýsingum aftur um, hvussu avskrivingarnar hjá felagnum hanga saman.
- Tvørturímóti er tað okkara fatan, at myndugleikin fær neyðuga taltilfarið fyri, at málið kann lýsast út í æsir, og so skjótt taltilfarið er klárt at lata Dimmalætting verður tað útflýggjað, væntandi fyrst í komandi viku, skrivar Ari Johanneson, ráðgevi í elveitingarmálum hjá Jarðfeingi í brævinum til Dimmalætting.