Jarðfeingi ikki mist mótið

-hóast valið útsetur bæði 3. útbjóðing og dupultskattaavtalu

Oljutilgongd

Jan Müller

Jan@sosialurin.fo

 

-Tað var sera spell, tí tað var komið so langt. Men tað mugu vit bara taka til eftirtektar, og so mugu vit síggja, hvat nýggju tinglimirnir hava at siga. Hetta sigur stjórin í Jarðfeingi, Petur Joensen, nú útskrivingin av løgtingsvalinum gjørdi, at bæði uppskotið til 3. útbjóðing at leita eftir olju og gassi á landgrunninum og at seta í gildi dupultskattaavtaluna millum Føroyar og Bretland, blivu útsett.

 

Stjórin á Jarðfeingi heldur ikki, at hetta fer at skapa trupulleikar og minka áhugan fyri at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hann fellur so avgjørt ikki í fátt.

 

Spurningurin er so, heldur hann fyri, hvussu long tíð gongur til at skipa nýggja samgongu. -Helst eru vit í apríl til uppskotið um 3. útbjóðing kann góðkennast í tinginum. Vit tosa so helst um august, tá umsóknirnar skulu vera inni og so verða loyvini latin seint á sumri 2008. Petur Joensen heldur ikki, at hetta fer at seinka útbjóðingina. Hetta veldst eisini um, hvussu fer at ganga hjá BP við boringini á landgrunninum og hjá Chevron hinumegin markið.

 

Dupultskattaavtalan við Bretland verður eisini órógvað ella seinkað orsakað av valinum. Men Petur Joensen heldur ikki, at hetta nýtist at órógva so nógv. Hinvegin er hetta ikki eitt mál hjá Jarðfeingi men meira eitt mál fyri Fíggjarmálaráðið.

 

Sosialurin skilur annars, at útlendsk oljufeløg, sum ikki í løtuni eru virkin í leitingini við Føroyar, vísa áhuga fyri at keypa seg inn í leitiloyvi á landgrunninum. Stjórin á Jarðfeingi hevur tó onga viðmerking um hetta. Hann sigur tó, at Jarðfeingi arbeiðir við áhugaverdum málum, sum hava atlit til leiting.