Jarðfeingi hevur einki við orkupolitik at gera

– Tí mæla vit heldur ikki fólki til at brúka nakra ávísa orkuloysn, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri

– Jarðfeingi hevur einki við orku ella orkupolitikk at gera longur. Endamálið hjá Jarðfeingi er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út kunnleika um kolvetni og jarðfrøðilig náttúruvirði.

 

Tað sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, sum vísir á, at tað eru misskiljingar í greinini á in.fo í gjár, har víst varð á, at Jarðfeingi flytir úr einum bygningi, sum verður hitaður við jarðhita til ein bygning, sum verður hitaður við olju.

 

Les eisini: Jarðfeingi velur oljufýr fram um jarðhita

 

– Ein heilt nýggj heimasíða hjá Jarðfeingi er á veg, tí hava vit ikki rættað verandi síðu. Eg veit at har stendur at Jarðfeingi hevur eina orkudeild, men tað er ikki neyðugt at fylgja øgiliga væl við fyri at vita, at orkudeildin frá 1. januar í ár hevur hildið til á Umhvørvisstovuni, sigur hann.

 

– Og tá Jarðfeingi einki hevur við orku ella orkupolitikk at gera longur, so mæla vit heldur ikki fólki til at brúka nakra ávísa orkuloysn. Tað hava vit onga serligan førleika at úttala okkum um, sigur hann.

 

Jarðfeingi flytir úr hølunum í Hoyvík og út í Grønland í Havn 1. februar.