Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi fegnast um, at ExxonMobil nú er partur av oljuleitingini á landgrunninum. Og um úrslitið av boringini í summar gevur ExxonMobil hug at halda fram við boringum í onkrum av hinum loyvunum, so hava teir styrkina til tað, og tað verður sjálvandi munandi lættari hjá Statoil eisini at fara víðari, tá ExxonMobil er við at bera kostnaðin. -Vit kenna ikki, hvat liggur í strategiini hjá ExxonMobil frameftir í Føroyum, men vit trúgva uppá, at tað er so mikið av potentiali í føroyska landgrunninum, at tað eigur at vera áhugavert at leita her. Harafturat er ExxonMobil jú eitt felag við nógvum royndum, og kunnu vit fáa gleði av teirra royndum, kann tað verða ein fongur, og hetta samtakið verður rættiliga sterkt í so máta.
Vit vita, at hesi tíðindini longu hava havt við sær, at hetta hevur vakt ans millum onnur oljufeløg. Tað kann so møguliga føra til, at okkurt av feløgunum fer at hyggja uppá føroyska økið, men tað er sjálvandi bara spekulatión. Samanumtikið, so er hetta gott fyri leitingina her, og eru vit á Jarðfeingi fegin um hetta.









