Sjálvur royndi eg tey fyrstu donsku í seinastu viku. Tað er hetta samansetta spælið millum tað søta og tað súra, ið gera frísk, perfekt búgvin og nýhentaði jarðber so leskilig. Søti smakkurin er so himmiríkiskendur og verður lyftur enn hægri við fruktsýruni, ið eru sum violinirnar í symfoni-orkestri.
Well, tit ivaleyst hvat eg meini. Jarðber smakka væl!
Jarðber kunna etast sum tey eru, við róma ella mjólk omaná. Men sanniliga eisini í matgerð. Ikki minst dessertum.
Gyldendal hevur júst givið út lítlan bókling, havi eg hug at siga, um jarðber: ”Jordbær – spis godt”. Bókin hevur áður verið partur av bókarøð, umframt kókibókina, Gyldendals Kogebog.
Talan er um fitta bók, ið á 57 blaðsíðum kemur við uppskotum til hvussu vit kunna nýta og njóta jarðberini í matgerð. Bæði í salatum, sum koldskál, í súpanum og sósum, í tertum, í sorbet-ísum og ikki minst leskiligum drinksum.
Jordbær – Spis godt, Gyldendal, 57 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 55 í bókhandlunum