Jarðarráðið sendir fútan eftir Tórshavnar kommunu

Føroya Jarðarráð vil ikki lata sær lynda, at Tórshavnar kommuna er farið undir at gera ein veg til skjótibreytina í Sandvíkum, uttan neyðugu heimildina frá Jarðarráðnum. Ráðið hevur tí sent boð eftir fútanum

-Tað kann samanberast við, at tú fert inn í ein urtagarð hjá einum øðrum húski og byrjar velta í urtagarðinum, uttan at tú hevur nakað sum helst at gera í urtagarðinum.
Elisabeth Eldevig er formaður í Føroya Jarðarráð, og hon er alt annað enn nøgd við leiklutin hjá Tórshavnar býráð í samband við vegagerðina til skjótibreytina í Sandvíkum í Havn. Føroya Jarðarráð hevur nú mist tolið við høvuðsstaðarkommununi, og hevur tí sent boð eftir fútanum fyri at steðga arbeiðinum.

Einki loyvið
Málið um skjótibreytina í Sandvíkum er fleiri ára gamalt. Samgongan millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin samtykti herfyri, at skjótifelagið, Byrsumúli, skal fáa eina skjótibreyt í Sandvíkum. Í samband við skjótibreytina hevur Landsverk kravt av Tórshavnar býráð, at kommunan hevur eitt nøktandi vegasamband frá landsvegnum oman til skjótibreytina.
Tað er júst um hendan veg, at tvídráttur hevur tikið seg upp millum Tórshavnar býráð og Føroya Jarðarráð.
Fyri at lúka treytunum hjá Landsverki um nøktandi vegasamband til skjótibreytina heitti Tórshavnar býráð á Føroya Jarðarráð um Jarðarráðið kundi geva eina tilsøgn um jørð til vegagerðina. Áheitan frá Tórshavnar býráð varð gingin á møti, men kortini vórðu nakrar treytir settar høvuðsstaðarkommununi. Treytirnar frá Jarðarráðnum leyk Tórshavnar býráð ongantíð, og tí metir Føroya Jarðarráð, at sølan av jørðini ongantíð er komin í rættlag.
Føroya Jarðaráð varð tí tikið á bóli, tá tað frættist seinasta fríggjadag, at stúgvaðir lastbilar við gróti úr Berjabrekku vóru farnir at koyra grót út í Sandvíkar til vegagerðina.
-Vit bóðu Tórshavnar kommunu sjálvboðið steðgað arbeiðinum alt fyri eitt, tí viðurskiftini millum okkum og kommununa eru ongantíð komin í rættlag, men arbeiðið helt kortini á. Tá kommunan sýtir fyri at steðga ólógligu vegagerðini, hava vit vent okkum til fútan fyri at steðga arbeiðinum við fútaforboði, sigur Elisabeth Eldevig, formaður í Føroya Jarðarráð.

Vilja framskunda
Føroya Jarðarráð hevur fingið at vita frá fútanum, at málið kemur fyri tann 9. desember. Elisabeth Eldevig heldur, at hetta er í so long tíð til at viðgera málið, tí tá er vegagerðin komin væl áleiðis, og tí hevur Jarðarráðið heitt á fútan um at framskunda viðgerðina av málinum.
Vit royndu allan fyrrapartin at fáa fatur á borgarstjóranum, Jan Christiansen, til eina viðmerking, men tað eydnaðist tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá honum um málið.